Mancini: Slutt við at ballast!

Eftir 3-0 tapti ímóti Arsenal í vikuskiftinum fingu Manchester City leikararnir ein frídag týsdagin. Joe Hart, Gareth Barry, Adam Johnson og Shay Given nýttu høvið at fara ein golftúr. Túrurin endaði við at teir blivu filmaðir meðan teir voru fullir og nú hevur Roberto Mancini fingið nokk.

 

- Eg skilji ikki hví teir hava valt at gera hetta og eg eri ikki fegin um teirra val. Vit spæla sum er triðja ella fjórða hvønn dag og tað er torført at koma fyri seg millum dystirnar sum er, sigur Roberto Mancini á einum tíðindafundi undan dystinum hetta vikuskitið, ið er ímóti Wolverhampton.

 

Serliga 23-ára gamli Adam Johnson hevur fingið orð á sær sum ein ballari. Hann var í vetur keyptur frá Middleborough og hevur staðið seg væl bæði fyri Manchester City og enska landsliðið.

 

- Viðvíkjandi Adam Johnson, so er hetta vanligt. Hann er ungur, men eg vil loysa hesar trupulleikarnar innanhýsis og ikki her. Teir høvdu ein frídag og kunnu gera tað teimum lystir, men tá tú skalt spæla triðja ella fjórða hvønn dag, so er týdningarmikið at hvíla millum dystirnar, sigur Roberto Mancini víðari.

 

At enda leggur Mancini dent á, at tað ikki bara er í Manchester City, at slíkir trupulleikar eru.

 

- Hetta er ikki bara ein trupulleiki hjá okkum her í City. Tað eru bretskir leikarar sum heild, eg haldi tað liggur í mentanini, sigur Roberto Mancini at enda.