Á ársdegnum fyri fyrsta meistaraheitið hjá Manchester City í 44 ár hevur Roberto Mancini fingið sekkin. Ensku meistararnir frá í fjør hava júst boðað frá, at Roberto Mancini ikki longur er venjari hjá felagnum, sum hann hevur staðið á odda fyri síðani 2009.
Í fráboðanini verður sagt, at einasta av settu málunum, sum felagið rakk hetta kappingarárið, var at vinna sær rætt til at spæla í Champions League komandi kappingarár. Í Premier League mátti City lata meistaraheitið aftur til sigursvandu grannarnar í Manchester United. Í Champions League eydnaðist ikki liðnum at koma víðari úr bólkaspælinum, og í FA-cup mátti City taka til takkar við leiklutinum sum tapari, tá Wigan fullkomuliga óvæntað vann finaludystin á Wembley leygardagin.
Síðani HH Sheikh Mansour bin Zayed Al Nahyan keypti felagið í 2008 hevur Manchester City brúkt milliardir upp á spælarahópin, sum telur fleiri heimsstjørnur. Í fyrraárið eydnaðist fyri fyrstu ferð í 35 ár at vinna eitt av "stóru" steypunum, tá felagið vann FA-Cup, og fyri júst einum ári síðani vann felagið fyrsta meistaraheitið í 44 ár, tá Sergio Aguero við at kalla seinasta sparkinum í Premier League tað árið tók meistaraheitið úr hondunum hjá Alex Ferguson og hansara monnum.
Tað verður hjálparvenjarin hjá Mancini, Brian Kidd, sum skal standa á odda fyri liðnum seinastu dystirnar hetta kappingarárið, men enn er ikki greitt, hvør skal taka við sum manager eftir Mancini.










