Hóast Roberto Mancini longu hevur tapt eins nógvar dystir í Premier League sum Mark Hughes, so er núverandi Manchester City venjarin vísur í at røkka einum topp fýra plássi í Premier League. Tá Manchester City í vikuskiftinum tapti fyri Hull City, var tað tap nummar tvey hjá Roberto Mancini sum venjari hjá Manchester City, men tað tekur ikki mótið frá Mancini. Mancini sigur at hóast fleiri skaðar hevur liðið spælt væl, og hann vónar at fáa fleiri av spælararinum klárar aftur skjótt. Tað fer at gera góðan mun í royndini at røkka málinum. Hann vantar at kappingin fer at standa millum Arsenal, Liverpool, Tottenham, Aston Villa og teir sjálvar um triðja og fjórða plássi. Manchester City eru trý stig aftanfyri Liverpool, sum er á fjórða plássinum, men hava spælt tveir dystir minni.