Enn eru tíggju stig á muni millum oddaliðið, Chelsea, og Manchester City. Men eftir tríggjar sigrar á rað - harav tveir við Mancini sum venjara - heldur italumaðurin, at teir eisini hava sín møguleika.
- Enn eru 18 dystir eftir at spæla. Vit spæla ein í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu stigatalvan sær út um einar tveir mánaðir. Men alt er sjálvandi gjørligt, segði Mancini við ensku miðlarnar, eftir at hansara menn í gjár høvdu vunnið sannførandi 3-0 móti Wolves.
- Og megna vit at spæla okkara spæl við stuttum avleveringum, kunnu vit avgjørt vinna okkum í top-4, sigur Mancini.