Robert Mancini er í dag liðugur sum venjari í italska felagnum, Inter Milan. Hesum boðar Inter frá á heimasíðu sínari í morgun.
Á heimasíðuni stendur at partarnir eru einigir um at steðga samstarvinum, sum annars hevur vart seinastu tvey árini.
Størsta orsøkin til at Mancini nú er liðugur í italska felagnum, er tí at hann og eigarin hjá Inter Milan, eru óeinigir um hvussu pengarnir skulu nýtast til keyp av nýggjum leikarum.
Inter Milan endaði í fjør á fjórða plássi í italsku Serie A.