Mancini bjóðar vín

Venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini sigur, at tað er sera týdningarmikið, at spælarnir ikki spara upp á kaloriurnar, áðrenn teir skulu spæla dyst. Tí hevur hann heitt á sínar spælarar, um at drekka eitt glas av víni, dagin fyri teir skulu spæla dyst. Flestu venjarar í Premier League, eitt nú Arsène Wenger hjá Arsenal og Harry Redknapp hjá Tottenham, hava hinvegin bannað sínum spælarum at drekka alkohol undan dysti.