Eftir tveir 0-0 javnleikir á heimavølli móti Manchester United og Birmingham, kom Roberto Mancini undir eitt ávíst trýst frá sínum egnu viðhaldsfólkum fyri at spæla ov verjikent. Í dag stóð Fulham á skránni og venjarin hjá teimum er Mark Hughes, maðurin sum Roberto Mancini avloysti í Manchester City.
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at Roberto Mancini og Manchester City vóru væl omaná í hesi uppgerðini. Longu eftir seks minuttir legði Carlos Tevez Manchester City á odda. Eitt korter fyri hálvleik øktu Pablo Zabaleta og Yaya Toure til 3-0. Í seinna hálvleiki skoraði Tevez aftur áðrenn Fulham minkaði um munin.
Eftir dystin sungu Manchester City viðhaldsfólkini navni á venjarunum Roberto Mancini. So er spurningurin um hetta kann verða vendipunktið hjá Manchester City, sum liggur á einum fjórða plássi bara trý stig aftanfyri Chelsea og Manchester United, ið liggja fremst.
Ein annar dystur var fyrr í dag í Blackburn, har Aston Villa var á vitjan. Blackburn vann dystin 2-0 við tveimum málum frá norrmanninum Morten Gams Pedersen. Aston Villa skifti í seinna hálvleiki fyrrverandi Arsenal leikaran, Robert Pires inn, sum ger comeback í Premier League. Hann hevur skrivað sáttmála við Aston Villa fyri restina av kappingarárinum.
Premier League:
Blackburn ? Aston Villa 0-2 (1-0)
Fulham ? Manchester City 1-4 (0-3)