Manchester uppgerð á Wembley

Manchester United hevur framvegis møguleikan at vinna ?The Treble?, meðan Manchester City ikki hevur vunnið steyp síðani 1976. Manchester United hevur vunnið alt sum vinnast kann síðani Sir Alex Ferguson tók við sum venjari í 1986. Men tað er lutfallsliga langt síðani, at Manchester United hevur vunnið FA Cup. Ikki síðani 2004 hevur Sir Alex Ferguson fingið eitt FA Cup gullheiðursmerki um hálsin. Felagið hevur tó vunnið Premier League, Champions League og Carling Cup í tíðini síðani, men í ár er motivatiónin størri at vinna FA Cup enn hon kanska hevur verið fyrr. Tí vinnur Manchester United ikki FA Cup, so er sannlíkt at grannarnir gera tað.

 

Manchester City hevur ikki vunnið eitt gullheiðursmerki síðani 1976. Seinast Manchester City var á Wembley í steypaørindum var í 1981. Tá tapti felagið hjá Gunnari Nielsen fyri Tottenham í FA Cup finaluni. Nógv er sum kunnugt broytt hjá teimum ljósabláu í Manchester seinnu árini. Felagið er framvegis líttlibeiggi hjá Manchester United, men í dag eigur litlibeiggi meiri pengar enn stóribeiggi og so er spurningurin um hvør av beigginum vinnur dystin í dag.

 

Wayne Rooney er leikbannaður og vantandi verður tað Dimitar Berbatov, ið kemur í hansara stað. Fyri Manchester City kom tað illa við, at Carlos Tevez gjørdist skaddur í tapinum á Anfield mánakvøldið.

 

Premier League:

 

Fimm dystir verða eisini í Premier League. Chelsea hevur nú bara heimligu kappingina at hugsa um, eftir at teir taptu fyri Manchester United í Champions League. Teir eru í dag á vitjan hjá Roy Hodgson og West Bromwich Albion. WBA hevur ikki tapt síðni Roy Hodgson tók við sum venjari.

 

West Ham tekur á heimavølli móti Aston Villa. Heimaliðið er uttan liðskiparin og undangongumannin, Scott Parker.

 

Sunderland og Steve Bruce eru á vitjan hjá Birmingham, har Steve Bruce var venjari í tíðini frá 2001 til 2007. Sunderland hevur klárað seg ill í seinastuni og fyri uttan eina stigi á Emirates leikvøllinum, so hevur Sunderland tapt teir seinastu fimm dystirnar.

 

Everton tekur móti Blackburn og Blackpool, sum nærkast botninum í hvørjum, tekur móti Wigan í einum botngysara.

 

FA Cup hálvfinalur:

 

Manchester City ? Manchester United (17:15)

Bolton ? Stoke (í morgin kl: 16:00)

 

Premier League:

 

Birmingham ? Sunderland (15:00)

Blackpool ? Wigan (15:00)

Everton ? Blackburn (15:00)

WBA ? Chelsea (15:00)

West Ham ? Aston Villa (15:00)