Bretsku bløðini eru á tremur við gitingum og leysasøgum, nú flytingarvindeygað letur aftur um eina viku ella so. Nýggjast leysasøgan, sum hevur røtur í Brasil, sigur, at Manchester United eru sinnaðir at keypa Neymar frá Barcelona fyri 1,5 milliardir krónur.
Tað hevði gjørt brasilska bóltsnillingin til heimsins dýrasta fótbóltspælara. Manchester United hevur roynt at fingið fingarnar í spælarar sum Dani Alves, Gareth Bale, Pedro, Nicolas Otamendi, Sergio Ramos, Mats Hummels og Thomas Muller, men enn hevur tað ikki eydnast.
Hóast hetta er spennandi tíðindi fyri Manchester United viðhaldsfólk, so tykist ósannlíkt, at Barcelona ynskir at selja 23 ára gamla Neymar, tá felagið í farnu viku seldi Pedro til Chelsea. Barcelona hevur í løtuni ikki loyv at keypa spælarar.
- Vit ynskja ikki at selja Neymar. Hann er ungur og ætla at hann skal spæla í felagnum alla sína yrkisleið, sigur Josep Maria Bartomeu, forseti í FC Barcelona.
Í Spania verður mett, at hetta líka so nógv er ein roynd hjá fólkunum handan Neymar, at fáa Barcelona til samráðingarborðið viðvíkjandi nýggjum sáttmála. Løgnari ting eru hend í fótbólti.