Alt annað er óhugsandi eftir at frástøðan niður til Manchester City á øðrum plássi øktist til átta stig í dag. Manchester United vann 2-0 á Old Trafford móti QPR, meðan Manchester City tapti 1-0 á Emirates leikvøllinum móti Arsenal.
Tað kom bara tað eina málið í dystinum millum Arsenal og Manchester City. Tað kom fáar minuttir fyri tíð, tá Mikel Arteta við skoti uttanfyri brotsteigin avgjørdi dystin. Arsenal hevði aðrar risastórar møguleikar at leggja seg á odda frammanundan, men antin stóðu viðleikarar fyri ella megnaðu teir ikki at skumpa bóltin tað seinasta pettið innum málstrikuna.
Tað gjørdi bara ilt verið, tá Mario Balotelli løtu seinni fekk sítt seinna gula kort, og var harvið útvístur. Hann kundi eins væl verið útvístur tíðliga í dystinum, tá hann taklaði Alex Song á knæið.
Fyrr í dag vann Manchester United 2-0 á QPR. Manchester United komu á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti QPR verjuleikara av vøllinum. Sjónvarpsmyndir vísa tó, at Ashley Young var rangstaddur í støðuni og tí skuldi ikki verið bríkslað fyri brotssparki. Tað ásannaði venjarin hjá Manchester United eisini eftir dystin. Wayne Rooney umsetti til mál.
Hetta tók broddin av dystinum og Manchester United kundi havt vunnið meir enn 2-0. Í seinna hálvleiki staðfesti Paul Scholes sína støðu sum ein legenda í Manchester United, tá hann við skoti uttanfyri brotsteigin skoraði.
Manchester United er nú átta stig frammanfyri Manchester City nú seks umfør eru eftir av Premier League.
Premier League:
Arsenal Manchester City 1-0
Manchester United QPR 2-0