Dysturin á Old Trafford var bara 35 sekund gamal, tá dómarin, Howard Webb, bríkslaði fyri brotssparki til Manchester United. Dimitar Berbatov fór umkoll og Ryan Giggs umsetti brotssparkið til mál. Liverpool leikarnir vóru í øðini inn á dømingina, men lítið hjálpti.
Tá ein hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki kom Howard Webb aftur í fokus. Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard, var ov seinur í eina takling og Howard Webb fór í reyvalumman eftir reyða kortinum.
Í seinna hálvleiki hevði Manchester United nakrar møguleikar at økja, men eydnan var ikki við teimum. Liverpool hevði nakrar góðar løtur og stríddist fyri sínum møguleika. Millum annað royndi Fabio Aurelio seg við beinleiðis frísparki, men Tomasz Kuszczak í Manchester United málinum bjargaði væl.
Á White Hart Lane vann Tottenham tryggan 3-0 sigur á Charlton. Jermain Defoe skoraði tvey, meðan Andros Townsend skoraði eitt.
FA Cup 3.umfar:
Manchester United ? Liverpool 1-0
Tottenham ? Charlton 3-0
Chelsea ? Ipswich (Kl. 15:00)
Leicester ? Manchester City (Kl. 16:00)