Fyrr í dag var tann stóri klassikkarin í Premier League, millum tey mest vinnandi liðini í Onglandi, Liverpool og Manchester United spældur á Anfield leikvøllinum í Liverpool.
Eitt hugtakandi minnishald var áðrenn dystin, har bæði liðini mintust tey 96 fólkini, sum lótu lív á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield í 1989.
Bæði liðini høvdu venjingarbúnar, har tað stóð "96" á búnunum, og áðrenn dystarbyrjan handaði Manchester United legendan, Sir Bobby Charlton Liverpool legenduni, Ian Rus eitt vakurt blómutyssi við 96 reyðum rósum. 96 reyðar ballónir vóru eisini sendar upp í luftina, og størsti parturin av áskoðarafjøldini sang við, tá sangurin "You´ll never walk alone tónaði" gjøgnum hátalararnar.
Sjálvur dysturin endaði 2-1 til Manchester United. Støðan í hálvleikinum var 0-0.
Liverpool kom á odda í 46. minutti, tá Steven Gerrard tamdi eina sending frá Glen Johnson sera hegnisliga í United brotsteiginum, og við einum dreymahøggi sendi Gerrard bóltin framvið danska Anders Lindegaard í United-málinum.
Bert 4 minuttir seinni javnaði Manchester United, tá Shinji Kagawa við einari góðari brósttemjing fekk beint bóltin til Rafael de Silva, sum eisini var staddur í Liverpool brotsteiginum. Rafael de Silva sendi bóltin í einum vøkrum boga framvið Pepe Reina í Liverpool málinum, og í handaru stong og inn.
Tá 80 minuttir vóru leiktir fekk Manchester United eitt heldur tunt brotsspark, tá Antonio Valencia fór um koll í Liverpool-brotsteiginum. Robin van Persie var settur at skjóta, Reina í Liverpool-málinum fekk hondina á bóltin, men megnaði ikki at forða bóltinum at fara í málið til 1-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Liverpool spældi við 10 monnum størsta partin av dystinum. Í 39 minutti bleiv Jonjo Shelvey vístur av vøllinum. Liverpool var kortini væl við í dystinum eftir hesa hendingina.
Manchester United hevur 12 stig aftaná fimm dystir í Premier League. Liverpool hevur framvegis bert tvey stig aftaná fimm dystir.