Manchester United víðari eftir tógvið stríð

FA Cup: Tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn Manchester United vann seg víðari í kvøld

Tveir dystir hava verið í søguríku steypakappingini í Onglandi, FA Cup. Manchester United vann eftir longdaleik 1-0 á West Ham, meðan AFC Bournemouth úr næstbestu deildini vann á Burnley úr bestu deildini.

Manchester United var á omaná leikliga í fyrra hálvleik, og hevði nakar málmøguleikar, men tað bleiv ikki til mál. Í seinna hálvleiki gekk meiri javnt á og tað kom heldur einki mál. Tí varð farið til longda leiktíð.

Manchester United gjørdi fleiri útskiftingar. Millum annað kom Scott McTominay inn fyri Nemanja Matic. Hann skoraði einasta málið í dystinum, tá 97 minuttir vóru spældir. West Ham megnaði ongantíð ordiliga at hótta málið eftirfylgjandi.

Manchester United er nú saman við AFC Borunemouth víðari til fjórðingsfinalurnar.