Manchester United uttan Giggs í fýra vikur

Ryan Giggs bleiv skaddur tá hann rendi saman við Steve Sidwell í dystinum í gjár, tá Aston Villa og Manchester United spældu javnt á Villa Park. Tað er nú staðfest at Ryan Giggs ikki kann spæla fótbólt í fýra vikur. Hetta merkir at Sir Alex Ferguson má síggja burtur frá 36-ára gamla walisanum til Champions League dystirnar móti AC Milan. Hann verður heldur ikki tøkur til Carling Cup finaluna, sum verður 28. februar.

 

Ryan Giggs, sum øll árini hevur umboðað Manchester United, hevur havt stóran týdning fyri góðu gongdina hjá felagnum seinastu árini. Hann er væl lýddur í fótbóltsheiminum og í fjør bleiv hann valdur til ?BBC sports personality of the year.?