Manchester United ætlar at melda Real Madrid

Ensku meistarnir eru misnøgdir við framferðarháttin hjá Real Madrid viðv. Christiano Ronaldo

Fótbóltur

 

Í Manchester United eru teir sera harmir um aggresiva framferðarháttin hjá Real Madrid, sum hava meldað út, at United-álopsleikarin, Christiano Ronaldo liggur ovast á ynskilistanum hjá teimum yvir nýggjar leikarar.

Í eini almennari fráboðan sigur Manchester United: - Vit hava einki annað val, enn at melda Real Madrid til FIFA, um teir halda fram við hesum atburðinum. Teirra almennu útmeldingar, sum verða gjørdar fyri at fáa spælaran (Ronaldo) at ivast í framtíð sínari, eru ímóti reglunum, og felagið finnur seg ikki í hesum framferðarháttinum longur. Spælarin hevur ein langtíðar-sáttmála, og spæliloyvi hjá honum er í Manchester United. Spælarin er ikki til sølu!

- Vit vita, at teir ikki eru eitt felag, sum selur. Men alt hetta er ein trupuleiki millum teir og spælaran (Ronaldo), sigur forsetin í Real Madrid, Ramon Calderon.