Manchester United tapti

Fótbóltur: Fyrstu dystirnir í millumspælinum í Champions League vóru spældir týskvøldið

Enska stórfelagi Manchester United, sum er europeiskur meistari, tapti sín dyst móti italska liðnum Fiorentina. Dystuin, sum var spældur í Italia, endaði við 2-0 sigri til heimaliðið. Mistøk í verjupartinum hjá United kostaðu dýrt hendan dystin.

Í sama bólki - bólki B -spældu Valencia og Bordeaux, og spanska liðið vann dystin 3-0.

Tveir dysti vóru eisini í bólki A, og har endaði uppgerðin millum Herta Berlin og Barcelona við javnleiki 1-1. Porto vann 2-0 á útivølli móti Sparta Prag.

Dystirnir í bólki C og D vóru spældir í gjárkvøldið.