Manchester United í stórformi

Champions League: José Mourinho og hansara menn gjørdu bart í Russlandi

Seinna hálva av øðrum umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Manchester United vann 4-1 á CSKA Moskova, meðan Neymar var millm málskjúttarnar, tá PSG vann heili 3-0 á Bayern Munchen.

 

Manchester United hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið í bæði Premier League og Champions League. Í kvøld vann Manchester United 4-1 í Moskova. Romelu Lukaku skoraði tvær ferðir, meðan Anthony Martial og Henrik Mkhitaryan fingu eitt í part. Manchester United hevur fult stigatal í bólki A, har Basel eisini vann heili 5-0 á Benfica.

 

Í bólki B vann PSG heili 3-0 á Bayern Munchen. Dani Alves, Edinson Cavani og Neymar skoraðu málini. Í hinum dystinum vann Celtic 3-0 á belgiska Anderlecht. Í bólki C var stóra úrslitið, at Chelsea vann á útivølli móti Atletico Madrid.

 

Í bólki D vann FC Barcelona 1-0 í Portugal móti Sporting. Málið var eitt sjálvmál. Juventus greiddi sína skyldu og vann 2-0 á Olympiacos. Barcelona er oddalið við fullum stigatali.