Tað verður ein rein ensk finala í Europa League millum Manchester United og Tottenham Hotspurs á San Memes leikvøllinum í Bilbao, mikukvøldið 21. mai klokkan 20.
Bæði United og Spurs vunnu eisini seinnu hálvfinalurnar í kvøld.
United hevði eina 3-0 leiðslu við sær úr Bilbao, og í kvøld vann United 4-1 á Athletic Bilbao. Tó kom spenningur í aftaná ein hálvan tíma, tá Mikel Jauregizar legði Athletic á odda 1-0. Seinastu 20 minuttirnar traðkaði United í karakter og skoraði fýra mál. Mason Mount stemplaði veruliga inn við at skjóta tvey mál. Tað seinna var skotið næstan frá miðjum vølli.
Manchester United - Athletic Bilbao 4-1 (0-1) - (United vinnur 7-1 samanlagt)
0-1 Mikel Jauregizar ('31 )
1-1 Mason Mount ('72 )
2-1 Casemiro ('80 )
3-1 Rasmus Højlund ('85 )
4-1 Mason Mount ('90 )
Sólskinssøgan í kappingini, norska liðið, Bodø/Glimt tapti 1-3 fyri Tottenham í London, og vónin var, at sterki heimavøllurin á graslíkinum á Aspmyra leikvøllinum í Bodø kundi bera teir til sigurs. Men Tottenham tók av sínum møguleikum og vann 2-0 við tveimum málum, ið vóru skotin miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Bodø/Glimt - Tottenham 0-2 (0-0) - (1-5 samanlagt)
0-1 Dominic Solanke ('63 )
0-2 Pedro Porro ('69 )
Vinnarin av Europa League finaluni fær pláss í Champions League kappingini komandi kappingarár. Taparin stendur eftir við svartaperi. So tað verður ein finala við nógvum upp á spæl hjá United og Spurs, ið bæði hava avrikað framúr illa í Premier League hetta kappingarárið.