Manchester United er enskur meistari fyri 17. ferð. United-leikarnir ferðaðust til Wigan í vissuni um at vunnu teir við einum máli, so skuldi Chelsea vinna við 19 málum ímóti Bolton á heimavølli fyri at taka meistaraheitið frá teimum. United fekk brotsspark, tá Wiganleikarin, Emmerson Boyce feldi Wayne Rooney í brotsteiginum í 33. minutti. Christiano Ronaldo sendi brotssparkið í netið til 1-0. 10 minuttir áðrenn leiklok var Ryan Giggs spældur leysur inni í brotssteiginum, og skoraði hann hegnisliga til 2-0. Á Stamford Bridge gav Andrey Shevchenko bláu áskoðarafjøldini vón, tá hann skoraði til 1-0 til Chelsea í 62. minutti. Men tá tað frættist, at støðan í Wigan var 2-0 til Manchester United fór luftin mest sum úr Chelsea-leikarunum og áskoðarunum, og Chelsea-verjan var als ikki árvakin, tá Kevin Davies slapp at javna til 1-1 í yvirtíðini. Hvørki Wigan ella Bolton løgdu seg, sum summi hava lagt upp til í vikuni. Wigan hevði nakrar góðar málroyndir, men alt gekk eftir vild hjá Manchester United í dag. Hetta er meistaraheitið nr. 10 hjá Manchester United síðani 1993, og nr. 17 í søguni. Liverpool er enn mest vinnandi felagið í Onglandi við 18 meistaraheitum. Ryan Giggs hevur verið við til at vunnið øll 10 meistaraheitini hjá Manchester United, sum teir hava vunnið síðani 1993, og tað er sjálvsagt met. Alan Hansen átti gamla metið, hann vann 8 meistaraheiti við Liverpool.