Manchester United leitar eftir álopsstyrki

"The Sun" heldur seg vita hvar Louis van Gaal leitar eftir styrki

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal stríðist við at styrkja um hópin hjá United til komandi kappingarár.

 

Í skrivandi stund sær ikki so gott út í álopinum hjá United. Radamel Falcao er farin, og framtíðarútlitini hjá Robin van Persie á Old Trafford eru ikki serliga bjørt.

 

Louis van Gaal hevur havt framherjan hjá Atletico Madrid, Mario Mandzukic ovast á listanum hjá sær, men Mario Mandzukic er ikki serliga hugaður at fara til Old Trafford at spæla. 

 

Men enska blaðið "The Sun" heldur seg vita hvar álopsstyrkurin hjá United skal finnast. Sambært blaðnum leggur Louis van Gaal ætlanir um at sannføra sterka Everton-framherjan, Romelu Lukaku um, at hann eigur at taka við einari spennandi avbjóðing, har Manchester United eisini kann bjóða Champions League fótbólt. 

 

Manchester Evening News skrivar, at sannlíkt er, at Robin van Persie verður at finna í turkiskum fótbólti komandi kappingarár. Tað er turkiska stórliðið, Galatasaray, sum vil styrkja um álopið til komandi kappingarár. Ein annar niðurlendingur, Wesley Sneijder er longu at finna í felagnum.