Sir Alex Ferguson hevur í morgun kunngjørt, at Manchester United hevur keypt Wilfred Zaha frá Crystal Palace. Hann kemur tó fyrst til felagið í summar.
Wilfred Zaha hevur verið eitt av teimum mest umrøddu nøvninum í samband við hetta flytingarvindeygað.Hann er breti, spælir á vonginum, er ferðmikil og hevur góðan bóltførleika. Nakað hann eisini hevur prógvað móti júst Manchester United í aðru av steypakappingini í farna kappingarári.
- Vit keypa ein spælara, sum kann blíva góður. Vit meta at vit altíð kunnu menna spælarar og tað hava vit prógvað fleiri ferðir, sigur Sir Alex Ferguson við heimasíðuna hjá Manchester United.
Wilfred Zaha er uppvaksin í Crystal Palace, sum hann hevur umboðað í tíggju ár.
- Eg eri fegin um at skifta til Manchester United og gera ein enda á øllum søgunum í seinastuni. Eg havi verið Crystal Palace í meiri enn tíggju ár. Eg fari altíð at elska felagið, sigur Wilfred Zaha.
20 ára gamli Wilfred Zaha kostar góðar 130 milliónir krónur og hevur skrivað sáttmála fram til 2018.