Ein kelda hjá soccernet.com sigur, at Glazer familjan hevur fingið tvey boð, eitt úr Kina og hitt úr miðeystri, uppá felagið. Keldan vil ikki avdúka nakað nærri um upphæddirnar ella hvør tað er, ið hevur lagt boðini inn. Tað verður mett, at bæði boðini vóru uppá yvir £1 milliard.
Hóast tað hevur gingið væl hjá Manchester United á vøllinum, so prutlar undir lokinum. Tá Glazer familjan í 2005 keypti Manchester United, settu teir felagið í stóra skuld. Tað hevur fingið viðhaldsfólkini at venda sær ímóti eigarium. Tí hava nakrir ríkir viðhaldsmenn tikið stig til bólkin ?Red Knights?, ið skal keypa felagið frá Glazer familjuni.
Glazer familjan keypti Manchester United í 2005 fyri uml £800 milliónir. Soccernet vil vera við, at prísurin fyri felagið í dag er á leið tað tvífalda - £1,5 milliard. Skuldi hjá Manchester United var í januar uml £700 milliónir.