Manchester United góðtekur umbering

Manchester United hevur í einum stuttum tíðindaskrivi boðað frá, at felagið góðtekur umberingina hjá Liverpool framherjanum, Luis Suarez, fyri ikki at taka í hondina á Patrice Evra, tá feløgini brustu saman í gjár.

 

- Manchester United takkar Liverpool fyri umberingina viðvíkjandi dystinum leygardagin. Øll á Old Trafford vilja koma víðari frá hesum. Søgan millum hesi bæði søguríku feløgini finst ikki aðrastaðni í Bretlandi og tað er tað viðhaldsfólkini skulu hugsa um, skrivar Manchester United á heimasíðu sínari.

 

Luis Suarez bað fyrr í dag umvegis heimasíðuna hjá Liverpool um umbering, sum Manchester United nú hevur góðtikið.

 

Alt botnar í eini hending í oktobur mánaði í fjør, tá Patrice Evra ákærdi Luis Suarez fyri at hava ført fram rasistiskan málburð. Luis Suarez fekk leikbann í átta dystir og eina bót á yvir 300.000 krónur.