Manchester United framvegis ósigrað

Fyri 26. ferð á rað, fór Manchester United av vøllinum uttan tapa, tá teir í dag vitjaðu Aston Villa á Villa Park. Fyrri hálvleikur var lítið spennandi við fáum mál møguleikum. Í seinna hálvleiki kom veruligt lív í. James Collins og Gabriel Agbonlahor raktu ávíkavist tvørstongina og stongina, áðrenn Ashley Young var feldur í brotssteiginum. Hann skoraði sjálvur upp á brotssparkið. Løtu seinni økti ungi Marc Albrighton eftir frálíkt skjótálop.

 

Við bara einum korteri eftir og støðuni 2-0 til Aston Villa, vóru tað fá, ið góvu Manchester United nakran møguleika at fáa stig heim við. Men bara fimm minuttir eftir minkaði innskifti Federico Macheda um munin. Manchester United helt fram at trýsta og fýra minuttir seinni javnaði Nemanja Vidic við stútara til endaliga úrslitið 2-2.

 

- Um dysturin var fimm minuttir longri, so høvdu vit vunnið, segði Sir Alex við SkySports eftir dystin, samstundis sum hann váttaði at Aston Villa kundi havt skorað fleiri í seinna hálvleiki.

 

Venjarin hjá Aston Villa, Gerard Houllier, segði at hann sum so var nøgdur við javnleik ímóti Manchester United, men var vónbrotin av at liðið hjá honum ikki megnaði at halda leiðsluna í seinna hálvleiki.

 

Aston Villa ? Manchester United 2-2 (0-0)

1-0 Ashley Young, 72 br.

2-0 Marc Albrighton, 76

2-1 Federico Macheda, 81

2-2 Nemanja Vidic, 85