Manchester United flongt á Wembley

Premier League: Tottenham flongdi United, meðan Chelsea tapti óvæntað

Allir dystirnir í 25. umfari í Premier League hava nú verið. Í kvøld vann millum annað Tottenham greiðan 2-0 á Manchester United, meðan Chelsea óvæntað tapti heili 3-0 fyri Bournemouth á Stamford Bridge.

 

Tottenham, sum hetta kappingarárið hevur heimavøll á Wembley, kom á odda longu aftaná 11 sekund, tá Christian Eriksen bleiv leysur í brotsteiginum. Løtu seinni gjørdi Phil Jones sjálvmál. Manchester United – við Alexis Sanchez – hevði lítlan brodd og tapti helst fult uppiborið.

 

Premier League verður mangan lýst sum deildin, har øll kunnu vinna á øllum, men alíkavæl er tað óvæntað, at Bournemouth í kvøld skuldi vinna heili 3-0 á Chelsea. Øll málini komu í einum hendingaríkum korterið mitt í seinna hálvleiki.

 

Nakað sum als ikki er óvæntað, er at Manchester City aftur í dag vann. Teir vunnu 3-0 á West Bromwich. Fernandinho, Kevin De Bruyne og Sergio Aguero skoraðu málini. Pep Guardiola og hansara menn eru nú 15 stig fremst.

 

25. umfar í Premier League:

Í gjár:

Swansea City 3 - 1 Arsenal

West Ham United 1 - 1 Crystal Palace

Huddersfield Town 0 - 3 Liverpool

 

Í dag:

Chelsea 0 - 3 AFC Bournemouth

Everton 2 - 1 Leicester City

Newcastle United 1 - 1 Burnley

Southampton 1 - 1 Brighton & Hove Albion

Manchester City 3 - 0 West Bromwich Albion

Stoke City 0 - 0 Watford

Tottenham Hotspur 2 - 0 Manchester United

 

Støðan: (Livescore.com)

1

Manchester City

25

22

2

1

73

18

55

68

2

Manchester United

25

16

5

4

49

18

31

53

3

Liverpool

25

14

8

3

57

29

28

50

4

Chelsea

25

15

5

5

45

19

26

50

5

Tottenham Hotspur

25

14

6

5

49

22

27

48

6

Arsenal

25

12

6

7

46

34

12

42

7

Burnley

25

9

8

8

20

22

-2

35

8

Leicester City

25

9

7

9

37

34

3

34

9

Everton

25

8

7

10

28

40

-12

31

10

AFC Bournemouth

25

7

7

11

28

36

-8

28

11

Watford

25

7

6

12

33

44

-11

27

12

West Ham United

25

6

9

10

31

43

-12

27

13

Crystal Palace

25

6

8

11

23

38

-15

26

14

Newcastle United

25

6

6

13

23

35

-12

24

15

Brighton & Hove Albion

25

5

9

11

18

34

-16

24

16

Stoke City

25

6

6

13

25

50

-25

24

17

Huddersfield Town

25

6

6

13

19

44

-25

24

18

Southampton

25

4

11

10

25

36

-11

23

19

Swansea City

25

6

5

14

18

36

-18

23

20

West Bromwich Albion

25

3

11

11

19

34

-15

20