Manchester United fjepparafelag stovnast

Leygarmorgunin kl. 11 fara Manchester United fjepparar at seta hvørjum øðrum stevnu á Manhattan í Havn. Tá er meingingin at stinga út í kortið hvussu farast skal fram í samband við stovnanina av fjepparfelaganum hjá Manchester United í Føroyum. Hægstu raðfesting hevur ein viðurkenning frá Manchester United, og at skipa fyri ferðum til Old Trafford. Kl. 12 fara allir fjepparnir at hyggja saman eftir toppdystinum í Premier League millum Arsenal og Manchester United frá Emirates Stadium í London.