Manchester United vann 1-0 á Roma í seinnu fjórðingsfinaluni í Champions League-kappingini. United vann 2-0 í Roma, og vunnu soleiðis samlað 3-0. Eftir 70 minuttirs spæl skoraði argentinski Carlos Tevez eitt vakurt mál. Owen Hargreaves spældi bóltin hegnisliga inn til Tevez, sum við einum kavandi stútara stýrdi bóltin inn um handaru stong uttan møguleika hjá Roma-málverjanum at bjarga. Roma burdi annars ført 1-0 í 1. hálvleiki. Brotsspark var dømt ímóti Wes Brown, men Daniele de Rossi skeyt brotssparkið upp um. Alex Ferguson hevði bæði Christiano Ronaldo og Wayne Rooney uttanfyri tá dysturin byrjaði. Hóast hesir stórleikarnir sótu á beinkinum, so hevði Manchester United nóg mikið av málmøguleikum til at avgera dystin. Størsta og besta løtan fyri stóru heimafjøldina var kortini tá gamli liðskiparin, hin 33 ára gamli Gary Neville kom inn til sín fyrsta dyst síðani 17. mars 2007. Fagnaðurin mundi ongan enda fingið tá Gary Neville bleiv skiftur inn í dystin. Manchester United møtir Barcelona í hálvfinaluni. Hin hálvfinalan verður millum Liverpool og Chelsea.









