TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2, sum viðgjørdi stórdystin í Premier League millum tvey tey mest søguríku feløgini í Premier League, Manchester United og Liverpool. Dysturin verður á Old Trafford leikvøllinum í Manchester, sunnudagin klokkan 16.
Jákup á Borg verður staddur á Old Trafford leikvøllinum til dystin. Tróndur Arge ringdi til Jákup á Borg, sum var staddur á flogvøllinum í Kastrup í Danmark, tá Tróndur Arge ringdi hann. Jákup heldur, at United hevur tikið seg nógv fram leikliga seinastu mánaðarnar, og tí hevur Jákup góðar vónir til, at United kann vinna.
André Olsen og Tróndur Arge mettu eisini um dystin, og tippaðu úrslitið og fyrsta málskjúttin. Samlað verður mett, at heimaliðið er ein lítil favorittur.