Manchester United aftur á slóðina

Premier League: Anthony Martial skoraði øll trý málini fyri United í kvøld

Fýra dystir hava verið í Premier League í kvøld. Manchester United vann greiðan 3-0 sigur á Sheffield United, sum nú er sett av í stríðnum um Champions League atgongumerkini. Wolverhampton er ájvant í stigum við Manchester United eftir 1-0 sigur á AFC Bournemouth.

Fyri fyrstu ferð byrjaðu Bruno Fernandes og Paul Pogba inni í senn fyri Manchester United, men tað var Anthony Martial, sum stjól yvirskriftirnar. Hann skoraði øll trý málini í 3-0 sigrinum á Sheffield United. Tvey mál í fyrra hálvleiki og eitt í seinna.

Wolverhampton, sum er ájavnt United í stigum, vann eisini í kvøld. Væl lýddi áleyparin úr Meksiko, Raul Jimenez, skoraði málið. Everton vann 1-0 á Norwich, ið nú sær út sum ein niðurflytari. Newcastle, sum helst verður keypt í næstum, spældi javnleik 1-1 á heimavølli móti Aston Villa.

Liverpool spælir seinni í kvøld móti Crystal Palace.

1Liverpool30272166:2183
2Man City30203776:3163
3Leicester31167859:2955
4Chelsea30156953:4051
5Man Utd311310848:3149
6Wolves311213644:3449
7Tottenham311291050:4145
8Sheffield Utd311111930:3144
9Crystal Palace301191028:3242
10Everton311181238:4641
11Arsenal30913841:4140
12Burnley301161334:4539
13Newcastle311091229:4239
14Southampton301141538:5237
15Brighton317121234:4133
16Watford306101428:4528
17West Ham31761835:5427
18Bournemouth31761829:5027
19Aston Villa31761836:5927
20Norwich31562025:5621