Bumbuálopið í Manchester Arena í gjár verður mett at vera terrorálop. Higartil eru 22 deyð og yvir 60 fólk løstað.
Ritzau sigur, at IS hevur tikið sær ábyrgdina av tí, sum hendi.
Bretland er skelkað í dag, nú fleiri ung fólk hava latið lív eftir sjálvmorðsbumban brast undir konsert í Manchester Arena. Fyri løtu síðani var eitt shoppingsentur í Manchester, nær við arenaðin, evakuerað, tí man meinti ein bumbuhóttan var eisini í sentrinum. Tað er tó avblást aftur.
Løgreglan í Bretlandi sigur, at tey hava handtikið ein 23 ára gamlan mann, sum man metir hava samband við yvirgangin. Tann, sum brast bumbuna, doyði í Manchester Arena í gjár.
Løgreglan sigur, at nú verður orka løgd í at finna útav, um gerningsmaðurin arbeiddi einsamallur, ella um talan er um tilrættislagda terroratsókn, har ein størri bólkur stendur handan ræðuligu hendingina.










