Manchester-liðini á odda

Eftir fimm umfør av Premier League, liggja tey bæði Manchester-liðini lið um lið á odda í deildini

Tveir spennandi dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag. Fyrri dysturin byrjaði klokkan 13:30 sum var millum Chelsea og Arsenal, meðan seinni dysturin byrjaði klokkan 16:00, tá Manchester United tók ímóti Everton á heimavølli.

 

Í fyrra dystinum millum Chelsea og Arsenal endaði dysturin við 0-0 javnleiki, sum er eitt úrslit, sum gestirnir úr Arsenal kunnu vera betri nøgdir við. Móti endanum av dystinum var Chelsea verjuleikarin, David Luiz, eisini útvístur.

 

Í seinna dystinum helt góða byrjanin hjá Manchester United uppá Premier League kappingarárið fram. Dysturin, ið annars var rímiliga javnur stóran part av honum, endaði við greiðum 4-0 sigri til Manchester United móti Everton. Manchester United legði seg tíðliga á odda 1-0 við frálíkum máli frá Antonio Valencia, og seinastu 10 minuttirnar í dystinum øktu Henrikh Mkhitaryan, Romelu Lukaku og Anthony Martial til endaliga úrslitið 4-0.

 

Í dystinum var merkisvert at fyrrverandi Manchester United leikarin og núverandi Everton leikarin, Wayne Rooney, aftur var at síggja á Old Trafford, fyri fyrstu ferð síðani hann í summar skifti millum feløgini. Wayne Rooney fekk góða móttøku á Old Trafford, har hann er mest skorandi leikarin í felagnum nakrantíð.

 

Úrslitini í dag bera við sær at tey bæði Manchester-liðini – Manchester City og Manchester United – liggja á odda í Premier League eftir fimm umfør. Tey hava bæði 13 stig og sama málmun. Í hølunum á teimum koma meistararnir frá í fjør, Chelsea, sum hava 10 stig.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 

Chelsea – Arsenal 0-0 (0-0)

 

Manchester United – Everton 4-0 (1-0)

1-0         Antonio Valencia, 4.

2-0         Henrikh Mkhitaryan, 83.

3-0         Romelu Lukaku, 89.

4-0         Anthony Martial, 90.