Manchester-liðini bert javnleik

Átta dystir vóru í Champions League í gjárkvøldið, og liðini umfataðu rættiligar veteranar í kappingini sum Manchester United, til debutantar sum Manchester City.

 

Og bæði Manchester-liðini fingu somu lagnu i hesum fyrsta umfarinum av bólkaspælinum, nevniliga javnleik 1-1. Og tað kann United helst vera betri nøgt við.

 

Teir byrjaðu á Estario de Luz, heimavøllinum hjá Benfica, og høvdu úr at gera við at halda heimaliðnum frá skoringum. Tað eydnaðist tó ikki til fulnar, tí miðskeiðis í hálvleikinum skoraði Cardozo til 1-0. Tað eydnaðist tó Ryan Giggs at javna við einum perlumáli stutt fyri hálvleik.

 

Danskir miðlar festu seg tó mest við, at Anders Lindegaard, danski málverjin hjá United, vardi málið, og tann veruleiki, at hann stóð seg ok eitur í donsku miðlunum »fantastisk præstation«.

 

Á City of Manchester leikvøllinum fekk hitt Manchester-liðið debut í Champions League, og tað var móti italska Napoli. Eisini her kom mótstøðuliðið hjá Manchester-felagn um afturum, men korter frá tíð javnaði Kolarov við frísparki.

 

Úrslitini í gjárkvøldið vóru hesi:

 

Bólkur A:

Manchester City-Napoli 1-1 (0-0)

0-1 Edison Cavani 69

1-1 Alexander Kolarov 74

 

Villareal-Bayern München 0-2 (0-1)

0-1 Toni Kroos 7

0-2 Rafinha 76

 

Bólkur B:

Lille-CSKA Moskva 2-2 (1-0)

1-0 Moussa Sow 44

2-0 Benoit Pedretti 57

2-1 Seydou Doumbia 72

2-2 Seydou Doumbia 90

 

Inter Milan-Trabzonspor 0-1 (0-0)

0-1 Ondrey Celústka 76

 

Bólkur C:

Benfica-Manchester United 1-1 (1-1)

1-0 Óscar Cardozo 24

1-1 Ryan Giggs 42

 

Basel-Otelel Galati 2-1 (1-0)

1-0 Fabian Frei 39

1-1 Marius Pena 58

2-1 Alexander Frei (brts) 84

 

Bólkur D:

Dinamo Zagreb-Real Madrid 0-1 (0-0)

0-1 Angel de Maria 53

 

Ajax-Lyon 0-0