Manchester grannauppgerð í Kina avlýst

Vinardysturin millum Manchester United og Manchester City, ið eftir ætlan skuldi spælast í Kina í morgun, er avlýstur vegna ov vánalig veðurlíkindi.


BBC skrivar, at tað hevur regnað so nógv í økinum, at tað verður mett, at tað ikki ber til at spæla á vøllinum. Harvið verður tað ikki á hesum sinni, at Pep Guardiola og Jose Mourinho møtast í teirra nýggju størvum sum venjarar hjá arvafíggindunum.


Báðir venjararnir funnust í vikuskiftinum at umstøðunum á leikvøllinum, og søgdu báðir, at teirra størsta vón var, at eingin spælari fekk skaða av at spæla á vánaliga vøllinum.


Tað vóru fyrireikararnir í samráð við feløgini, ið valdu at avlýsa dystin.