Tað er nú greitt, at onnur hálvfinalan í FA Cup verður millum Manchester United og Manchester City. Bolton og Stoke eru hini liðini, ið eru í hálvfinaluni. Manchester City vann í kvøld tepran 1-0 sigur á Reading á City of Manchester Stadium. Tað var oksin á høgra bakki, Micah Richards, ið tryggjaði Manchester City víðari luttøku í FA Cup. Í fjør hittust liðini í hálvfinaluni í Carling Cup. Tá endaði alt við, at Wayne Rooney í evstu løtu stútaði Manchester United í finaluna.
Stoke hevði á heimavølli vitjan av West Ham. Týski risini í miðverjuni hjá Stoke, Robert Huth, stútaði Stoke á odda tíðliga í dystinum. Tað var eftir enn eitt langt innkast frá Rory Delap, sum helst er einasti leikarin í heimum, ið kastar longri enn hann skjýtur. West Ham javnaði, men Danny Higginbotham avgjørdi dystin við frísparki.
FA Cup fjórðingsfinalur:
Manchester City ? Reading 1-0
Stoke ? West Ham 2-1
Manchester United ? Arsenal 2-0
Birmingham ? Bolton 2-3
Hálvfinalurnar eru:
Manchester City ? Manchester United
Stoke ? Bolton
Hálvfinalurnar verða leiktar á Wembley vikuskiftið 16-17 apríl.










