Manchester er reytt

Premier League: Manchester United vendi øllum á høvdinum og vann 2-1 á Manchester City

Fult umfar er í Premier League um vikuskiftið. Í gjár vann Aston Villa 2-1 á Leeds United og í dag endaði stórdysturin millum Manchester United og Manchester City við 2-1 sigri til Manchester United.

 

Heimaliðið hevur funnið stevið undir nýggja venjaranum, Erik ten Hag. Tað vísti dysturin í dag eisini. Manchester United hevði størru málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, men tað vóru ikki nógvar ábendingar um, at Manchester United skuldi vinna í seinna hálvleiki.

 

Manchester City skifti Jack Grealish inn tíðliga í seinna hálvleiki. Tað var eiin góð avgerð, tí hann stútaði eitt innlegg frá Kevin De Bruyne í málið, tá ein tími varð spældur. Hesa løtuna var Manchester City omaná, men vertirnir høvdu hug at bíta frá sær.

 

Tólv minuttir fyri tíð var pláss aftanfyri verjuna hjá Manchester City. Marcus Rashford var greitt í rangstøðu, men valdi í evstu løtu at lata Bruno Fernandes taka yvir. Miðvallarin sendi bóltin í málið og tí bleiv ikki talan um rangstøðu, sum gestirnir annars vildu hava.

 

Bara tveir minuttir seinni var alt á gosi á Old Trafford. Evnaríki Alejandro Garnacho, sum kom inn í seinna hálvleiki, sendi bóltin innfyri til Marcus Rashford, ið skoraði sigursmálið. Manchester City var ongantíð nær við at javna og Manchester United er nú eins stórur biðil til meistaraheitið sum Manchester City.

 

1Arsenal17142140:1444
2Manchester City18123346:1839
3Manchester Utd18122429:2138
4Newcastle1898132:1135
5Tottenham18103537:2533
6Fulham1994632:2831
7Liverpool1784534:2228
8Brighton1783632:2527
9Brentford1868430:2826
10Chelsea1874721:2125
11Aston Villa1974822:2725
12Crystal Palace1764717:2522
13Leicester18521126:3117
14Leeds1845926:3317
15Nottingham F.1845913:3417
16Bournemouth18441018:3916
17West Ham18431115:2415
18Everton1836914:2415
19Wolves18351011:2714
20Southampton18331215:3312