Manchester er ljósablátt

Sergio Aguero skoraði einsamalla málið í Manchester grannauppgerðini, sum eisini bjóaði upp á útvísing

Manchester City vann í dag grannauppgerðina móti Manchester United, sum fekk Chris Smalling útvístan í fyrra hálvleiki. Einsamalla málið í dystinum skoraði Sergio Aguero í seinna hálvleiki. Manchester City er nummar trý í Premier League, meðan Manchester United er nummar níggju.

 

Manchester City setti seg tung á dystin frá byrjan. Bæði Sergio Aguero og Jesus Navas høvdu møguleikar at leggja heimaliðið á odda, áðrenn avgerandi hendingin í dystinum kom, tá Chris Smalling bleiv útvístur.

 

Fyrst steðgaði hann Joe Hart, málverja hjá Manchester City, í at gýppa út. Tað kostaði gult kort í 31. minutti. Átta minuttir seinni tveitti hann seg í eina takling, tá James Milner kom tvísporandi við bóltinum. Manchester United verjuspælarin rakti bara James Milner og fekk sítt seinna gula kort.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Manchester City fyri at fáa leiðslu málið. Tað eydnaðist smáar tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, tá Gael Clichy legði innfyri úr vinstru. Sergio Aguero beindi bóltin í málið.

 

Móti endanum av dystinum vaknaði Manchester United og hóast ein mann í undirtal, so vóru teir í fleiri førum nær við at javna. Serliga Marouane Fellaini var nær, men helst mundu krúllurnar koma honum í vegin, tá hann í góðari støðu rakti bóltin við øksluni heldur enn høvdinum.

 

City vildi hava brotsspark

 

Í fleiri førum vildu spælararnir hjá Manchester City hava brotsspark. Tvær ferðir tóktist Sergio Aguero blíva feldur í brotsteiginum, men hvørgan av ferðinum bríkslaði dómarin. Eisini Yaya Toure metti at hann var snýttur fyri eitt brotsspark.

 

- Mítt var so heilt víst brotsspark, men tað er torført hjá dómaranum at síggja hesi tingini, sigur Yaya Toure við Sky Sports.

 

Marran hjá Van Gaal

 

Aftur hesa ferð bleiv ein verjuspælari hjá Manchester United skaddur. Hetta er ein stórur trupulleiki hjá felagnum í ár. Umframt at Chris Smalling bleiv útvístur, so bleiv Marcos Rojo illa skaddur í økslini í seinna hálvleiki.

 

Havandi í huga umstøðurnar, so er Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, helst nøgdur við avrikið seinastu løtuna, tí teir trýstu vertirnar, sum tóktust fjálturstungnir, langt aftur á vøllin.

 

Premier League:

Manchester City – Manchester United 1-0 (0-0)

1-0 Sergio Aguero, 63

Útvísing: Chris Smalling, 39 (Manchester United)