Manchester: Ein maður handtikin

Ein 23 ára gamal maður er handtikin í samband við bumbuálopið í Manchester í gjárkvøldið.

Ein 23 ára gamal maður er handtikin í samband við bumbuálopið í Manchester í gjárkvøldið. Tað boðar løgreglan í Manchester frá á Twitter. Enskir miðlar vænta, at fleiri handtøkur og húsarannsóknir verða gjørdar í dag og komandi dagarnar.

 

Fyrr í dag boðaði forsætirsráðfrúin Theresa May frá, at tey nú vistu samleikan hjá bumbumanninum, men at tey valdu ikki at almannakunngera tað enn.

 

22 fólk doyðu og 59 vórðu sær, tá ein yvirgangsmaðurin bresti eina sjálvmorðsbumbu eftir eina konsert hjá amerikansku songkvinnuni Ariana Grande í gjárkvøldið, júst sum fólk var á veg heim.