EB/Streymur hevur í dag tapt 2-0 á útivølli móti Manchester City.
Hóast fleiri møguleikar, so fekk heimaliðið ikki bóltin framvið René Torgarð í fyrra hálvleiki. Við eitt sindur av hepni og stórbjargingum frá málverjanum eydnaðist tað sundalagsmonnum at halda málið reint.
Long tíð gekk tó ikki av seinna hálvleiki, áðrenn Martin Petrov legði heimaliðið á odda. Onglendingarnir vóru á bóltinum í stórum løtum av dystinum, meðan føroyingarnir stríddust fyrimyndarliga.
Framherjin Darius Vassel økti um leiðsluna í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Hann varð spældur einsamallur við málverjan, áðrenn hann sneiddi René Torgarð av og sendi í tóma málið.
EB/Streymur tapur sostatt samanlagt við 4-0.
Manchester City ? EB/Streymur 2-0 (0-0)
48.: 1-0, Martin Petrov
90.: 2-0, Darius Vassel