Manchester City vann Liga Cup

Manchester City hevur í kvøld vunnið Liga Cup, eftir brotsspørk móti Chelsea

Manchester City hevur í kvøld vunnið Liga Cup, eftir brotssparkskapping móti Chelsea. Einki mál kom í vanligari og longdari leiktíð. Síðani vann Manchester City 4-3 í brotssparkskapping.

 

Um tú setti teg í sofuna í dag, fyri at fáa undirhald á vøllinum í teimum stóru dystunum í Onglandi, so er vónbrotið stórt. Fyrst spældu Manchester United og Liverpool ein drápiliga 0-0 á Old Trafford. 

 

Spælið var ikki nógv betri á Wembley. Manchester City hevði fatur á bóltinum, meðan Chelsea við Eden Hazard javnan royndi at hótta upp á skjótálop. Tað bleiv tó ongantíð til mál, hóast partarnir høvdu sínar løtur.

 

Størsti dramatikkurin kom í minuttunum undan brotssparkskappingini, tá málverjin hjá Chelsea, Kepa Arrizabalaga, ikki vildi lata seg útskifta. Hann hevði onkrar trupulleikar, men vildi ikki av vøllinum sjálvt um eykamálverjin stóð til reiðar.

 

Venjarin hjá Chelsea var í øðini um hendingina. Maurizio Sarri er longu ein kroystur maður og eina løtu sá út til, at hann ætlaði sær av Wembley, áðrenn brotssparkskappingin var byrjað. Jorginho og David Luiz brendu fyri Chelsea.