Mancini og Manchester City taptu í gjár 3-1 móti Stoke, og eru sostatt ikki longur ein partur av FA Cup. Emmanuel Adebayor varð útvístur, tá City mátti út í umdyst móti Stoke, og her eydnaðist Stoke at skora tvær ferðir. Og annað av málunum kom eftir langt innkast frá Rory Delap. Tvey brotsspørk í seinastu tíggju minuttinum bjargaðu Aston Villa, sum á heimavøll tók í móti Crystal Palace. Gabriel Agbonlahor legði Aston Villa á odda stutt fyri hálvleik, men eitt korter fyri tíð, javnaði Darren Ambrose fyri Crystal Palace uppá brotsspark. Eftir hetta fekk Aston Villa tvey brotsspørk. Báðu ferðirnar skoraði John Carew uppá tey, so endaliga støðan gjørdist 3-1 til Aston Villa. Tottenham vann á heimavølli greiðan 4-0 sigur á Bolton. Roman Pavlyuchenko skoraði tvey, meðan Bolton tvær ferðir koyrdi bóltin í egi mál. Reading, sum sendi Liverpool úr FA Cup, vunnu 3-2 á útivølli móti WBA. Her stóð á jøvnum 2-2 eftir vanliga leiktíð, men í umdystinum var tað íslendski Gylfi Sigurdsson, sum skoraði avgerandi málið fyri Reading.
Mest lisið
Lýsingagrein










