Nakrir dystir hava verið í fjórða umfari í FA Cup í dag. Manchester City var á vitjan hjá Notts County og hevði stórar truplleikar av vertinum, sum til dagliga spæla í triðjbestu deildini. Tað var málleyst í hálvleikinum, tá ein tími var farin av dystinum fekk Notts County hornaspark. Tað var sent beint í høvdið á Neal Bishop, ið stútaði bóltin í mál til stóra gleði fyri heimáskoðararnar. Manchester City royndi eg eftir hetta við nøkrum útskiftinum, men einki hjálpti. Ikki fyrr enn tíggju minuttir fyri tíð eydnaðist tað Edin Dzeko at beina eitt innlegg frá Micah Richards í mál. Tað er fyrsta málið hjá Edin Dzeko, síðan hann kom til Manchester City. Nú má umdystur til fyri at finna útav hvør skal víðari.
Arsenal tók á heimavølli móti Huddersfield, sum eisini spælir í League One, ið er triðjbesta deildin í Onglandi. Tað ljóðar sum ein lættur heimasigur, men í FA Cup er einki sum tað plagar.
Arsenal koma á odda eftir 22 minuttir við sjálvmáli. Stutt fyri hálvleik fekk Arsenal verjuleikarin, Sebastien Squillaci, reytt kort fyri neyðbremsuna. Í seinna hálvleiki megnaði League One liðið at java við máli frá Alan Lee. Ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð megnaði Arsenal at vinna dystin. Nicklas Bendtnar var koyrdur umkoll í brotssteiginum og dómarin dømdi brotsspark, ið liðskiparin og heimsmeistarin, Cesc Fabregas, umsetti til mál.
FA Cup fjórða umfar:
Arsenal ? Huddersfield 2-1
Wolves ? Stoke 0-1
Notts County ? Manchester City 1-1
West Ham ? Nottingham Forest 3-2
Fulham ? Tottenham (16:30)