Manchester City hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt Benjamin Mendy úr franska Monaco. Prísurin eru 432 milliónir krónur. Tað er 10 milliónir krónur meiri, enn felagið keypti Kyle Walker fyri úr Tottenham fyri júst 10 døgum síðani.
23 ára gamli Benjamin Mendy er vinstri bakkur og fer at spæla tí at spæla yvir av Kyle Walker á enska liðnum. Millum teir báðar, í miðverjuni, fer ein annar dýrur harri at spæla, John Stones, sum eisini er millum fimm teir dýrastu verjuleikararnar í heiminum.
Hetta er fimti spælarin, sum Manchester City keypa í summar, og hava teir nú nýtt 1,7 milliardir krónur upp á nýggjar spælarar. Umframt teir báðar verjuspælararnar, hevur felagið keypt portugisiska miðvallarspælaran Bernardo Silva fyri 357 milliónir krónur, brasilska málverjan Ederson Moraes fyri 291 milliónir krónur og brasilska verjuspælaran Danilo fyri 220 milliónir krónur.









