Manchester City og Tottenham víðari

Báðir dystirnir í Capital One Cup í kvøld máttu út í longda leiktíð fyri at vinna eina avgerð.

Báðir dystirnir í Capital One Cup í kvøld máttu út í longda leiktíð fyri at vinna eina avgerð.

 

Men meðan Manchester City megnaði at avgera í longdu leiktíðini, mátti Tottenham bíða til eina brotssparkskapping.

 

Dysturin millum Newcastle og Manchester City var ein lítið áhugaverd uppgerð. Tað vóru annars vertirnir, ið skaptu teir betru møguleikarnar, og Costel Pantilimon bjargaði væl frá Shola Ameobi.

 

Men eftir at Pantilimon aftur bjargaði væl at halda Papiss Cissew úti í eykatíðini, setti Negredo tvørbóltin frá Dzeko í málið.

 

Dzeko sjálvur fór runt Krul í Newcastle málinum til at skora til 2-0.

 

Í hinum dystinum stríddist Hull manniliga móti Tottenham, og hóast heimaliðið hevði bóltin í 67% av tíðini, endaði vanligi dysturin 1-1. Og eykatíðin gav eitt mál til hvørt av liðunum.

 

Tí var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

 

Tað endaði við einum 8-7 sigri til Tottenham, sum soleiðis kom víðari í Capital One kappingini.