Pep Guardiola verður nýggjur venjari hjá Manchester City. Tað boðar felagið frá í dag. Manuel Pellegrini heldur fram til í summar.
Tað hevur leingi ljóðað, at Pep Guardiola skal til Manchester City. Hann hevur fyrr í ár boðað frá, at hann ikki heldur fram í Bayern Munchen, har hann hevur verið venjari seinnu árini.
Pep Guardiola hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Manchester City. Sitandi venjarin, Manuel Pellegrini, hevur sáttmála til 2017, men er sambært tíðindaskrivinum hjá Manchester City skiljandi og stuðlandi fyri venjaraskiftinum.