Manchester City má seta met fyri at fáa leikaran

Manchester City hevur seinastu tíðina verið í samráðingum við Atletico Madrid, viðvíkjandi einum keypið.

Manchester City hevur verið ein stórmakt í flytingarvindeyganum tey seinastu árini, og tað er ongin ørsøk til at vænta nakað annað hetta flytingarvindeygað. Manchester City hevur ikki keypt nakran leikara í summar, men tann fyrsti er eftir øllum at døma á veg.

Talan er um 23 ára gamla Rodri, ið fyri stuttum spældi 90 minuttir á Tórsvølli. Manchester City hevur roynt at fingið eina avtalu í lag í longri tíð, men Atletico Madrid vil ikki góðtaka nakað boð undir 525 milliónir krónur.

Um Manchester City velja at gjalda hendan prísin, verður Rodri dýrasti Manchester City leikari nakrantíð.

Liðið úr Manchester hevur leitað eftir slíkum leikara í longri tíð, Rodri er ein bólttryggur verjukendur miðvallari, og verður mettur at vera júst rætti leikarin at avloysa Fernandinho, ið er vorðin 34 ára gamal. Premier League meistararnir mangla breidd aftast á miðvøllunum, og fara eftir øllum at døma at seta nýtt fíggjarligt met, fyri at fáa 23 ára gamla spaniólan til Manchester.

Rodri er uppvaksin í Atletico Madrid, men fór í 2015 til Villareal, har hann fekk sítt gjøgnumbrot. Í fjør var hann keyptur aftur til Atletico Madrid, fyri 124 milliónir krónir. Og hevur stórspælt í bestu sponsku deildini hetta kappingarárið.