Manchester City gjørdi størsta hálið

City vann 6-0 á Tottenham, meðan United enn eina ferð misti í evstu løtu

Tey bæði stóru feløgini í Manchester vóru í eldinum seinnapartin í dag.

Stutt eftir middag smurdi væl upplagda Manchester City á heimavølli Tottenham av. Úrslitið var 6-0!, eftir at City í hálvleikinum var frammanfyri 3-0. Tottenham fjepparar staðfesgta, at liðið ikki er á sama støði, sum tað var síðsta kappingarár, tá ið møguleikin fyri europeisku meistarakappingini leingi var veruligur. Nú verður møguleikin ikki útihýstur, at André Villas-Boas verður sagdur úr starvi. Eingin ivi man vera um, at tað ikki fer at verða góðtikið í framstrembandi høvuðsstaðarfelagnum, um tað verður ov tætt millum avrik og úrslit av tí slagnum, sum sást í Manchester í dag.

Úrslitið kom púra óvart á, tí higartil í hesum kappingarárinum var bara eitt mál farið ígjøgnum hjá Tottenham á útivølli.

Stóru málskjúttarnir hjá Manchester City í dag vóru Jesus Navas úr Spania og Sergio Agüero úr Argentina, sum skoraðu tvey mál í part. Sekundvísarin vísti fjúrtan sekund!, tá ið Jesus Navas skoraði fyrsta málið.

 

Hjá Manchester United gekk ikki so væl. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var Manchester United frammanfyri 2-1 á útivølli ímóti Cardiff.  So javnaði innskifti Bo-Kyung Kim. Eftir eitt korter setti Wayne Rooney hol á fyri United. Fraizer Campbell javnaði eftir stóran hálvan tíma og dygst undan steðginum skoraði Patrice Evra málið, sum leingi sá út til at verða sigursmálið hjá United.

 

Síðani David Moyes í summar fekk ábyrgdina í Manchester United hevur tað fleiri ferðir kiksað í síðstu løtu, og soleiðis var tað aftur í dag.

 

Støðan

Arsenal 28

Liverpool og Chelsea 24

Manchester City og Southampton 22

Everton og Manchester United 21

Tottenham og Newcastle 20

Swansea 15

WBA, Aston Villa og Hull 14

Cardiff 13

Norwich 11

West Ham, Stoke og Fulham 10

Crystal Palace og Sunderland 7