Fult umfar hevur verið í Premier League um vikuskiftið. Manchester liðini vunnu sínar dystir, meðan Chelsea, Newcastle og Arsenal øll mistu stig. Tottenham og Liverpool vunnu eisini sínar dystir.
Við einum máli frá David Silva tryggjaði Manchester City sær fremsta plássið í dag. Manchester United vann fyrr í dag móti QPR og legði seg fyribils á odda. Wayne Rooney og Michael Carrick skoraðu málini.
Í seinasta dystinum í hesum umfarinum fekk Manchester City vitjan av Arsenal. Spanski bóltsnillingurin hjá Manchester City, David Silva, gjørdist hetjan hjá heimaliðnum, tá hann í seinna hálvleiki skoraði einsamalla málið í dystinum.
Tottenham vann á heimavølli 1-0 móti Sunderland, meðan Liverpool við tveimum málum eftir hornaspark vann á Villa Park móti Aston Villa.
Premier League:
Blackburn WBA 1-2
Everton Norwich 1-1
Fulham Bolton 2-0
Newcastle Swansea 0-0
Wolverhampton Stoke 1-2
Wigan Chelsea 1-1
QPR Manchester United 0-2
Aston Villa Liverpool 0-2
Tottenham Sunderland 1-0
Manchester City Arsenal 1-0