Seinna hálva av fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Sum In.fo hevur skrivað fyrr í kvøld, so er stóra søgan at Cristiano Ronaldo fekk beinleiðis reytt kort fyri Juventus.
Les eisini: Cristiano Ronaldo reytt kort
Annars vunnu flestu av favorittunum. Manchester United, Juventus, Real Madrid og Bayern Munchen vunnu øll, meðan Manchester City stóð eftir við ongum, eftir at teir taptu á heimavølli fyri Lyon. Pep Guardiola hevur bann og mátti sita á áskoðaraplássunum og hyggja.
Manchester United vann 3-0 á Young Boys úr Sveis. Paul Pogba bleiv stóri spælarin fyri gestirnar úr Manchester, við tveimum málum.
Bólkur E:
Ajax - AEK Athens 3-0
Benfica - Bayern Munich 0-2
Bólkur F:
Shakhtar Donetsk - Hoffenheim 2-2
Manchester City – Lyon 1-2
Bólkur G:
Real Madrid – Roma 3-0
Viktoria Plzen - CSKA Moscow 2-2
Bólkur H:
Valencia – Juventus 0-2
Young Boys - Manchester United 0-3