Seinnu fjórðingsfinalurnar í UEFA Cup kappingini vóru í kvøld. Heima á City of Manchester Leikvøllinum skuldi Manchester City royna at heinta inn 3-1 leiðsluna hjá Hamburger SV frá tí fyrru fjórðingsfinaluni. Tað eydnaðist ikki. Manchester City vann bert 2-1, og tapti samanlagt 3-4. City hevði stórar málmøguleikar, tá støðan var 2-1, men teir tóku ikki av. Venjarin hjá Manchester City, Mark Hughes hevur eisini verið undir stórum trýsti, og ivasamt er nú um hann hevur nakra framtíð í Manchester City, tí UEFA Cup var seinasti møguleikin hjá City at vinna nakað hetta kappingarárið.
Hamburger SV møtir Werder Bremen í hálvfinaluni í einari reinari norðurtýskari uppgerð. Hin hálvfinalan verður millum ukrainsku stórliðini Dynamo Kiev og Shaktar Donetsk.
Úrslitini í kvøld
Dynamo Kiev - Paris SG 3-0 (2-0)
1-0 Bangoura 4
2-0 Landreau 15 (sjálvmál)
3-0 Vukojevic 61
Dynamo vinnur samanlagt 3-0
Manchester City - Hamburger SV 2-1 (1-1)
0-1 José Paolo Guerrero 12
1-1 Elano (brotsspark) 17
2-1 Felipe Caicedo
Hamburger SV vinnur samanlagt 4-3
Udinese - Werder Bremen 3-3 (3-1)
1-0 Gökhan Inler 15
1-1 Diego 28
2-1 Fabio Quagliarella 30
3-1 Fabio Quagliarella 38
3-2 Diego 60
3-3 Diego 73
Werder Bremen vinnur samanlagt 6-4
Marseille - Shaktar Donetsk 1-2 (1-1)
0-1 Fernandinho 30
1-1 Hatem Ben Arfa 42
1-2 Luiz Adriano 90
Shaktar Donetsk vinnur samanlagt 4-1