Manchester City er so nógv best

Premier League: Meistaraheitið er so gott sum avgjørt, eftir at City vann á Chelsea

Manchester City vann í gjár toppdystin móti Chelsea og er nú 13 stig fremt, eftir at Kevin De Bruyne avgjørdi dystin. Hóast tey flestu er samd um, at Manchester City verður meistari, so vil Kevin De Bruyne  ikki taka nakað fyri givið.

 

- Vit hava fyrr verið í eini støðu, har vit vóru átta ella tíggju stig fremst, men vit hava eisini roynt at verið átta ella tíggju stig aftanfyri. Vit vita, at tað kann broytast skjótt. Vit vita eisini, at frástøðan niður til Liverpool er stór beint nú, men hon minkar um Liverpool vinnur dystirnar, ið ter hava til góðar, sigur belgiski landsliðsmiðvallarin.

 

Tað gekk rímiliga javnt á í odda dystinum, men í seinna hálvleiki var Kevin De Bruyne munurin, tá hann skoraði við skoti uttanfyri brotsteigin. Venjarin hjá Chelsea, Thomas Tuchel, var ikki nøgdur við allar partar.

 

Hann og Romelu Lukaku hava verið í einum ávísum orðadrátti í seinastuni, eftir at áleyparin segði seg vilja sleppa aftur til Inter Milan. Eftir dystin móti Manchester City hevði Thomas Tuchel hug at fílast á partar av spælinum hjá belgiska áleyparanum.

 

1Man City22182254:1356
2Chelsea22127345:1743
3Liverpool20126252:1842
4West Ham21114639:2737
5Arsenal20112733:2535
6Tottenham18103523:2033
7Man Utd2095632:2932
8Wolves2094717:1531
9Brighton20610421:2128
10Leicester1874731:3325
11Crystal Palace2159730:3124
12Southampton2159725:3324
13Aston Villa20721127:3223
14Brentford2065924:3023
15Everton19541024:3419
16Leeds1947821:3719
17Watford19421323:3714
18Norwich City21341410:4513
19Newcastle20191020:4312
20Burnley1718816:2711